Lutfalsliga nógv flest arbeiðsleys í Suðuroy

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis sera lágt, og var bert 1,2 prosent í mars. Tað er er á sama støði sum í mars í fjør. Í mars vóru 352 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 12 færri samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Sandoyar øki hevur lægsta arbeiðsloysi í landinum við bert 0,3 prosentum, meðan Suðuroyar øki hevur nógv størsta arbeiðsloysið við 3,2 prosentum.

Færri kvinnur eru arbeiðleysar enn menn, og í mars var arbeiðsloysið hjá kvinnum 0,9 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri enn í fjør. Arbeiðsloysið hjá monnum var 1,4 prosent, sum er 0,1 prosentstig hægri enn í fjør.

Arbeiðsloysið er lægst hjá fólki í aldrinum 45 ár og eldri, har tað er 0,9 prosent. Tað er hægst í aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er 1,5 prosent.

Fleiri útgreinað hagtøl vísa, at størsti bólkurin av arbeiðsleysum í mars hevði verið arbeyðsleysur í ein styttri tíð, millum 30 til 89 dagar. Samstundis vóru 46 persónar langtíðararbeiðsleys. Tað er, at teir hava verið arbeiðsleysir í meira enn eitt ár.