Franska stórfelagið, Paris SG, er væl á veg í finaluna í Champions League, eftir at teir á útivølli vunnu 1-0 móti ensku Arsenal í fyrru hálvfinaluni.
PSG kom longu fram um í fjórða minutti, tá ið Ousmane Dembele sendi eitt flatt skot í málið. PSG var nógv betri fyrsta partin av dystinum, og sjáldan hevur Arsenal havt so lítið spæl heima á Emirates-leikvøllinum.
Arsenal spældi seg tí inn í dystin aftur, og hevði nakar góðar møguleikar at javna. Ein tann besti fall til Leandro Trossard, men Gianluigi Donnarumma bjargaði meistarliga skotinum úr spískum vinkli.
Arsenal helt fram at geva alt, men tað eydnaðist ikki veruliga at hótta PSG seinastu løtuna,
PSG hevur í ár undir spanska venjaranum, Luis Enrique, eina heilt aðra tilgongd til spælið, enn vit hava sæð undanfarin ár.
Áður vóru tað stórar stjørnur, sum Neymar, Lionell Messi og Kilian Mbappe, meðan tað nú er ein væl samansjóvaður leikarahópur við ungum røskum spælarum, sum vilja arbeiða fyri hvøjrum øðrum. Higartil hetta kappingarárið hevur tað riggað sera væl, og PSG hevur sent ensku feløgini Liverpool og Aston Villa úr Champions League, og nú er væl á veg at senda triðja enska felagið Arsenal sama veg.
Í annaðkvøld spæla Barcelona og Inter fyrra dystin í hinari hálvfinaluni í Champions League.