Rentuútreiðslurnar øktust við 34 milliónum krónum hjá føroysku húsarhaldunum frá 2021 til 2022.
Tað skrivar Landsbankin.
Renturnar eru hækkaðar støðugt í 2022, og tað er fyrstu ferð, at renturnar eru hækkaðar í mong ár, og í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyri 1. ársfjórðingi 2023 stendur at lesa, at rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaeigarunum eru øktar góðar 34 milliónum krónum í 2022 í mun til í 2021. Tað svarar til 22 milliónir krónur, tá ið rentustuðulin er drigin frá.
Tað er ein vøkstur upp á 12 prosent í mun til tað, sum var goldið í rentum á bústaðarlánum í 2021.
– Sostatt eru livikostnaðirnir hjá føroyingum ikki bert øktir av inflasjón hetta seinasta árið, men eisini av rentuhækkingum, skrivar Landsbankin.
