Í verandi løtu eru ongar ítøkiligar ætlanir um at taka stig til at byggja næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.
Tað svarar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svarið til fyrispurning frá Dennis Holm, tingmanni fyri Tjóðveldi, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.
Landsstýrismaðurin vísir á, at Heilsuskúli Føroya ikki hevur havt stórvegis trupulleikar við bústaðarmøguleikum til næmingar, og í hesum sambandi er ein síða á heimasíðu skúlanum, ið miðlar samband millum útleigarar og næmingar.
Hann leggur afturat, at sjálvt um tørvurin ikki hevur verið stórur higartil, er ikki óhugsandi, at tørvur á næmingabústøðum veksur, nú fleiri søkja inn á skúlan.
Um hetta vísir seg at vera ein støðugur trupulleiki, sigur landsstýrismaðurin seg vera sinnaðan at taka málið upp.
Eisini verður nevnt, at lestrarbústaðir eru partur av virkseminum hjá bústaðarfelagnum Bústaðir, og møguleiki er at kanna tørvin í samstarvi við Bústaðir. Harumframt hava privat vinnurekandi víst áhuga fyri at byggja ella leiga bygningar út til næmingaheim.