Aganevndin metir at Árni tók tilvita upp undir rørarnar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Aga- og etiskanevndin hjá FSF metur, at Árni Frederiksberg tilvitað tók upp undir rørarnar hjá Meinhard Geyti, meðan bólturin ikki var í spæli. Tí hevur nevndin dømt Árna at fáa 3 dystir leikbann fyri brotið, ið varð staðfest við sjónvarpsupptøkum frá dystinum millum KÍ og EB/Streym 30. mars 2025.

Hendingin førdi til, at Meinhard spontant svaraði við at sparka Árna og fekk reytt kort, meðan Árni í fyrstu atløgu ikki varð revsaður.

EB/Streymur metti støðuna vera óetiska og skaðiliga fyri leikaramentanina og kravdi eina eftirmeting.

Aganevndin staðfestir, at Árna framdi brot á reglurnar, ið ikki er í samsvari við meginreglurnar um Fair Play, sum krevja virðing, integritet og góðan ítróttaranda.

Eisini sigur nevndin, at tøka upp undir rørarnar hjá mótstøðuleikara er at meta sum at sparka ella sláa, meðan bólturin ikki er í spæli.

Út frá einari samlaðari meting er nevndini komin til ta niðurstøðu, at Árni Frederiksberg skal hava 3 dystir leikbann.

Avgerðin er endalig og kann ikki kærast.