Ai Me eitt tólmenni við vitlíki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á tøkniráðstevnu í Las Vegas í USA, vísti kinesiska fyritøkan TCL fram nýggja tólmenni, sum kallast Ai Me, ið er ætlað at hjálpa í gerandisdegnum, bæði praktiskt og við at betra um lagið.

Norski tøknimiðilin, tek.no, var á ráðstevnuni, og skrivar, at Ai Me er eitt lítið tólmenni, sum tú kanst hava við tær ella seta frá tær í einum sjálvstýrandi eggi. Ai Me hevur barnsligt mál, sum er hugaligt og óskaðiligt at lurta eftir, og tólmenni blunkar við eygunum og vísir ymiskar kenslur.

Við blinkandi eygum og andlitsbragdi kann Ai Me lætta um gerandisdagin. Tað minnir teg á at vaska klæðir, fyrireika føðingardagar, og stýra húsarhaldinum eftir tínum ynskjum. Tólmennið brúkar vitlíkistøkni at læra seg, hvussu tú ert sum persónur, og hvat tær dámar.

Ai Me kann eisini senda ein innkeypslista til tína telefon, vísa á viðlíkahald av bilinum og veita aðra praktiska hjálp.

Hóast Ai Me helst ikki verður til sølu í bræði, so er Ai Me nakað serligt. Tólmennið er sera lítið og fitt, og málið ger tað sjáldsama hugaligt. Ai Me vísir, at vitlíksitøknin hevur tikið stór tøk, og at tólmenni nú kunnu hjálpa í gerandisdegnum upp á ein meira sjálvstøðugan máta.

Tíðin fer at vísa, um hesi tólmenni vinna fram í heimunum, men tað er eingin ivi um, at vitlíkistøknin hevur gjørt stór framstig.