Alsamt størri partur av lønunum til kvinnur við almennum arbeiði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Alsamt størri partur av útgoldnu lønunum fara til kvinnur við almennum arbeiðsgevara. Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Av samlaða lønarvøkstrinum á næstan 680 milliónir krónur áttu kvinnurnar 54 prosent, og av hesum fóru 325 milliónir til kvinnur við almennum starvi. Samlaðu lønarútreiðslurnar til kvinnur í almennum starvið vuksu við 10,5 prosentum.

Samlaða útgoldna lønin seinasta árið var næstan 13 milliardir krónur, og vøksturin var 5,5 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Hóast lønirnar til kvinnur vuksu meira enn til menn, er miðallønin hjá kvinnum framvegis 31 prosent lægri hjá kvinnum. Í mars fingu kvinnur 28.567 krónur í miðal, meðan miðallønin hjá monnum var 41.582 krónur.

Lønarkrónurnar í fiskiveiðu minkaðu seinasta árið, serliga í uppsjóvarveiðu, har lønirnar vóru 95 milliónir krónur lægri, sum e ein minking á 15 prosent. Fiskiveiða er einasta vinnugrein, ið hevur havt afturgongd í lønum.

Sandoyarøki hevði størsta lønarvøkstur seinasta árið við 10 prosentum, meðan Suðuroyarøki hevði minsta vøkstur við 3,5 prosentum.