Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar frá, at amerikanski kavbáturin USS San Juan kemur fyrrapartin í Nólsoyarfjørð í sambandi við manningarskifti.
USS San Juan tók lut í NATO-venjingini Dynamic Mongoose 2023, sum eisini var við Føroyar herfyri.
USS San Juan er kjarnorkurikin og hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vert er at leggja afturat, at hesin kavbáturin var tann fyrsti at koma upp á havfløtuna gjøgnum ísin í Arktis. Hetta var í 1993.
