Anders Lund Madsen handtikin fyri marijuana í Føroyum í 90’unum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í poddinum Ikke et ord om politk greiðir litríki Anders Lund Madsen frá eini hending í 1990’árunum, tá ið hann varð handtikin í Føroyum fyri at taka móti marijuana.

Meðan hann búði á einum garði í Føroyum og mjólkaði neytum fyri uppihaldið, sendi genta hansara marijuana til hann. Hóast marijuanaið varð pakkað inn í cayennepipar, so funnu hundarnir pakkan, og Anders Lund Madsen varð handtikin.

Hann greiðir frá, at avhoyringin var serlig. Fyrst koyrdu teir ein túr í fjøllunum, og var hann avhoyrdur í hálvanannan tíma, meðan ein sterk lampa lýsti í andlitið. Eisini brúkti løgreglan metoduna við einum fittum og einum óndum løgreglumanni.

Anders Lund Madsen hevði lisið jura í stutta tíð, og hansara juridiska vitan hjálpti honum, og hann kundi vísa á, at hann ikki kundi handtakast, tí hann hevði ongantíð móttikið pakkan. Tað hjálpti, og hann var latin leysur aftur.