,

Andstøðu og samgonga ósamd um at hækka pensjónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Trivnaðarnevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Sirið Stenberg, um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Nevndin er býtt í meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin, andstøðuumboðini Johan Dahl, Jaspur Langgaard, Beinir Johannesen og Árni Skaale, tekur ikki undir við uppskotinum og heldur, at tað er ein politisk avtala, sum skal tryggja at Suðuroyartunnilin verður gjørdur. Tey meta eisini, at uppskotið um sokallaðu “tíðartreytaðu pensjónina” ikki er nóg væl gjøgnumarbeitt.

Minnilutin, samgonguumboðini Hans Jacob Thomsen, Kim Durhuus og Liljan Weihe, heldur, at broytingar eru neyðugar, tí livialdurin hækkar, og tað gerst tyngri hjá arbeiðsmegini at fíggja pensjónirnar.

Tey vísa á, at í 1985 vóru 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, men í dag eru tey bert knapt fýra, og hetta talið fer at minka til 2,3 fólk í 2065, um ongar broytingar verða gjørdar.

Minnilutin mælir til at hækka pensjónsaldurin líðandi við hálvum ári í senn, so tað verður meira gjøgnumskygt.

Sambært teirra uppskoti skal pensjónsaldurin ásetast í lóg í 2030 og vera galdandi frá 2044 fyri tey, sum eru fødd eftir 31. desember 1972.


Minnilutin mælir til ein pensjónsaldur við millumbilum eins og í talvuni niðanfyri:

ÁrPensjónsaldurGaldandi fyri persónar føddir
Inntil 1. juli 202467Áðrenn 1. juli 1957
1. juli 202467,51. juli 1957 til 31. des. 1962
1. januar 2030681. jan. 1963 til 31. des. 1966
1. januar 203468,51. jan. 1967 til 31. des. 1968
1. januar 2037691. jan. 1969 til 31. des. 1970
1. januar 204069,51. jan. 1971 til 31. des. 1972
1. januar 204370Aftaná 31. desember 1972