Apotekið í Miðvági letur upp í morgin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í morgin letur apotek um á Heiðavegi í Miðvági. Almenn móttøka verður frá klokkan 11 til 13. Á skránni verða røður frá landsmyndugleikum og Apoteksverkinum, okkurt verður til góman, og høvi verður at síggja hølini. Klokkan 13 letur vanliga avgreiðslan upp.

Við hesum fær landið sítt sætta apotek, umframt Norðoya apotek, Tjaldurs apotek, Apotekið í Steinatúni, Suðuroyar apotek og Eysturoyar apotek.

Kristina Niclasen verður leiðandi farmakonomur. Fimm lokal fakfólk koma at arbeiða á Vága apoteki. Øll starvsfólkini eru útbúgvin innan økið.

Ein sjálvtøka verður eisini sett upp við Vága apotek, og hon verður opin alt samdøgrið, allar dagar í árinum. Hetta er onnur sjálvtøkan í landinum, og her fæst mest vanligi heilivágurin til handkeyps, so sum pínustillandi heilivág og sjóverkstablettir.

Fyri at keypa í sjálvtøkuni krevst, at brúkarin hevur Skjáttuna frá Talgildu Føroyum sum app. Tað tryggjar, at keyparin er fyltur 18 ár.

Upplatingartíðirnar í Vága Apotekið verður mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 17.30 og leygardag frá kl. 10 til 13.