Arbeið í einum øðrum Norðurlandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmansskrivstovan ger vart við, at tað finst ein norðurlendsk umbýtisskipanin, sum gevur almennum starvsfólkum møguleikan at fáa nýggja vitan og royndir í hinum Norðurlondunum.

Sambært Løgmansskrivstovuni kann hetta vera ein góð leið til at læra nýggjar arbeiðshættir og fáa íblástur frá, hvussu arbeiðið verður framt í hinum Norðurlondunum.

Skipanin letur starvsfólk vera millum 14 dagar og 6 mánaðir uttanlands, har tey kunnu fáa innlit í menningarverkætlanir, lóggávu og umsiting í einum øðrum landi. Tað er ikki krav, at ein býtir um beinleiðis við starvsfólk. Allir almennir stovnar, so sum skúlar, sjúkrahús og søvn kunnu senda starvsfólk avstað.

Stuðul verður játtaður frá Norðurlendska ráðharraráðnum, ið veitir kr. 18.000 krónur um mánaðin til eyka útreiðslur, sum til dømis bústað og mat. Arbeiðsgevarin rindar løn sum vanligt og gevur starvsfólkinum farloyvi undir umbýtinum.

Løgmansskrivstovan sigur, at hetta er ein langtíðaríløga. Tá ið starvsfólkini koma heimaftur, hava tey við sær eitt breiðari fakligt grundarlag, royndir og eitt gott netverk, sum kann koma bæði stovninum og starvsfeløgum til góðar.