Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála, fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn.
Sáttmálin tryggjar eina lønarhækkan á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið. Harumframt eru fleiri broytingar og tillagingar gjørdar, har krøv frá báðum pørtum eru tikin við.
Hendan nýggja semjan byggir á somu karmar, sum hava verið góðkendir á privata arbeiðsmarknaðinum í samráðingunum, ið byrjaðu 1. mai 2024.