Arbeiðsgevarar halda tað er skilagott at stilla pensjónsaldurin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni, tað staðfesti Føroya Arbeiðsgevarafelag á fundi við trivnaðarnevndina í løgtinginum í farnu viku.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við ætlanini um at stilla pensjónsaldurin og hækka hann í stigum, sum lagt er upp til í broytingaruppskotinum. Felagið vísir á, at hetta er neyðugt fyri at tryggja búskaparliga haldførið og vælferðina hjá komandi ættarliðum.

Felagið sigur, at tað er av alstórum týdningi, at vit sum samfelag taka ábyrgd og fara til verka nú, so komandi ættarlið ikki fáa eina stóra rokning at rinda vegna vantandi haldføri í búskapinum.

Broytingar í pensjónsaldri snúgva seg ikki bert um tøl og fíggjarætlanir. Tær snúgva seg eisini um menniskju. Tað er ein sannroynd, at vit liva longri enn áður, men samstundis megna øll ikki at arbeiða líka leingi. Skipanir sum fyritíðarpensjón mugu lofta teimum, sum ikki longur eru før fyri at arbeiða, og tryggja, at tey, sum eru slitin av lívslongum og hørðum arbeiði, fáa møguleikan at fara av arbeiðsmarknaðinum upp á ein tryggan og virðiligan hátt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at landsstýrið arbeiðir við broytingini, men leggur dent á, at búskaparligt haldføri má ikki gloyma menniskjuni. Tað er tí umráðandi, at skipanin áhaldandi loftar teimum, sum ikki megna at halda fram, til pensjónsaldurin er náddur.