Tíðin er komin at gera eina skipan á burturkastsøkinum. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum heitir á kommunurnar um at samstarva um eina felags skipan fyri burturkast.
Felagið vísir á, at samfelagið er á veg frá einum “brúka og tveita burtur”-búskapi til ein ringbúskap, har tilfar verður hildið í ringrás. Hetta krevur framkomnar loysnir og stórar íløgur í skipanir, innsavning og endurvinning.
Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur longu tikið eitt stig í hesi gongd við at hækka gjøldini fyri Kommunalu Brennistøðina, so vinnan skal rinda meira fyri sítt burturkast. Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur tørvin á dagføringum av prísunum, men heldur, at kommunurnar eiga at sameina skipanirnar heldur enn at menna hvør sín.
Ein felags skipan hevði gjørt tænastuna meira samanhangandi og effektiva fyri bæði vinnuna og borgararnar. Harumframt høvdu vit betur gagnnýtt tær íløgur, sum eru gjørdar í landið við vegum og tunlum.
Arbeiðsgevarafelagið leggur dent á, at tað ikki neyðturviliga merkir, at vit mugu minka um brennistøðirnar, men heldur at tryggja eina burðardygga og framtíðartrygga loysn.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri góð uppskot og vil fegin vera við í arbeiðinum, men væntar eisini, at kommunurnar taka neyðugu stigini.