Arsenal gjørdi sítt kvøld, tá ið teir vunnu slagið um Norðurlondon móti Tottenham heima á Emirates Stadium.
Tottenham kom fram um miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Son Heung-min sendi bóltin flatt í málið.
Arsenal hevði bóltin mest, og beint fyri hálvleik vendi Arsenal dystinum. Fyrst endaði eitt av tiltiknu hornaspørkunum hjá Arsenal við, at Dominic Solanke hjá Tottenham beindi bóltin í egið mál, eftir at Gabrial skallaði við handaru stong.
Løtu seinni fann Martin Ødegaard Leandro Trossard høgrumegin máiið, og úr spískum vinkli sendi hann bóltin í máilið umvegis hondina á nýggja málverjanum hjá Tottenham, Antonin Kinsky, sum helst átti at tikið skotið.
Í seinna hálvleiki hevði Tottenham torført við at hótta Arsenal, og ikki fyrr enn seinasta korterið eydnaðist at leggja eitt ávíst trýst á Arsenal. Men Arsenal helt fast, og er nú fýra stig aftanfyri Liverpool, men hevur spælt ein dyst meira.
Tríggir aðrir dystir vóru spældir í kvøld. Newcastle kom fram á fjórða plássið eftir greiðan 3-0 sigur móti Wolves. Alexander Isac heldur fram við stórspæli og skoraði tvey tey fyrstu málini. Anthony Gordon gjørdi tað til 3-0.
Hjá Everton kláraði nýggi venjarin, David Moyes, ikki at venda keðiligu gongdini hjá Everton. Á heimavølli taptu teir 1-0 móti Aston Villa. Ollie Watkins skoraði málið tíðliga í seinna hálvleiki.
Crystal Palace vann ein góðan 2-0 sigur úti móti Leicester. Jean-Philippe Mateta og Marc Guehi skorðu málini í seinna hálvleiki.
21. umfar í Premier League
Týsdag 14.01.2025
- Brentford – Manchester City 2 – 2
- Chelsea – Bournemouth 2 – 2
- West Ham – Fulham 3 – 2
- Nottingham Forest – Liverpool 1 – 1
Mikudag 15.01.2025
- Everton – Aston Villa 0-1
- Leicester – Crystal Palace 0-2
- Newcastle – Wolverhampton 3-0
- Arsenal – Tottenham 2-1
Hósdag 16.01.2025
- Ipswich – Brighton 19:30
- Manchester United – Southampton 20:00
Stigatalva Premier League
D | S | J | Ó | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 20 | 14 | 5 | 1 | 48 – 20 | 47 |
2 | Arsenal | 21 | 12 | 7 | 2 | 41 – 19 | 43 |
3 | Nottingham Forest | 21 | 12 | 5 | 4 | 30 – 20 | 41 |
4 | Newcastle | 21 | 11 | 5 | 5 | 37 – 22 | 38 |
5 | Chelsea | 21 | 10 | 7 | 4 | 41 – 26 | 37 |
6 | Manchester City | 21 | 10 | 5 | 6 | 38 – 29 | 35 |
7 | Aston Villa | 21 | 10 | 5 | 6 | 31 – 32 | 35 |
8 | Bournemouth | 21 | 9 | 7 | 5 | 32 – 25 | 34 |
9 | Fulham | 21 | 7 | 9 | 5 | 32 – 30 | 30 |
10 | Brentford | 21 | 8 | 4 | 9 | 40 – 37 | 28 |
11 | Brighton | 20 | 6 | 10 | 4 | 30 – 29 | 28 |
12 | West Ham | 21 | 7 | 5 | 9 | 27 – 41 | 26 |
13 | Tottenham | 21 | 7 | 3 | 11 | 43 – 32 | 24 |
14 | Crystal Palace | 21 | 5 | 9 | 7 | 23 – 28 | 24 |
15 | Manchester United | 20 | 6 | 5 | 9 | 23 – 28 | 23 |
16 | Everton | 20 | 3 | 8 | 9 | 15 – 26 | 17 |
17 | Ipswich | 20 | 3 | 7 | 10 | 20 – 35 | 16 |
18 | Wolverhampton | 21 | 4 | 4 | 13 | 31 – 48 | 16 |
19 | Leicester | 21 | 3 | 5 | 13 | 23 – 46 | 14 |
20 | Southampton | 20 | 1 | 3 | 16 | 12 – 44 | 6 |