,

Ársins ítróttarstjørnuskot í fjør skal ganga á amerikonskum universiteti

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ársins ítróttarstjørnuskot í fjør, Elisabeth Erlendsdóttir, kunnger á sínari Instagram-konto, at hon hevur gjørt munnliga avtalu við Georgia Institute of Technology í Atlanta í USA (sum er eisini kent sum Georgia Tech ella GT), har hon skal byrja á universitetinum eftir summarferiuna.

Elisabeth Erlendsdóttur er 17 ár, og hevur fingið sína svimjiuppaling í Havnar Svimjifelag. Elisabeth hevur seinastu árini av álvara víst, at hon, hóast sín unga aldur, er ein av bestu svimjarum her í Føroyum.

– Hennara framgongd hevur verið eyðsýnd seinastu árini, og hetta er komið orsakað av hennara stálvilja og ágrýtni til venjing og kapping, vóru millum annað skoðsmálini frá dómsnevndini til Elisabeth, tá hon gjørdist ársins ítróttarstjørnuskot í fjør.

Svimjing.com skrivar, at Georgia Tech er høgt í metum millum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga.

Á sínum Instagram-profili skrivar Elisabeth millum annað at:

At enda vil eg enn einaferð takka mammu og babba fyri alt tað, tey hava givið mær! Eg kundi ikki verið meira takksom fyri allar teir møguleikarnar tey hava, og framhaldandi fara at geva mær!

Go jackets!

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2023 var 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør

Georgia Institute of Technology er eitt alment amerikanskt universitet. Georgia Tech varð sett á stovn í 1885, sum ein liður í einari størri ætlan at byggja ídnaðarbúskap upp í syðra partinum av USA í tíðini eftir amerikanska borgarakríggið, ið vardi frá 1861 til 1865.

Sjálvur hylurin, har svimjiliðið í Georgia Tech heldur til, er eisini kendur, tí hann bleiv nýttur til OL í Atlanta í 1996.