Atgongumerki.fo kolapsaði – Sølan til landsdyst letur upp aftur seinni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

So stórur gravgangur var eftir at keypa atgongumerki til hondbóltslandsdyst millum Føroyar og Ukraina í høllini við Tjarnir 11. mai, at heimasíðan atgongumerki.fo fór niður og vísti bara feilboðini “Internal error”.

Hondbóltssambandið skrivar í bráðboðum á Facebook hesi bráðboð:

– Heimasíðan hjá atgongumerki.fo er tíverri niðri og er atgongumerkjasølan til Føroyar – Ukraina steðga. Vit koma at venda aftur við nýggjum tíðspunktið, tá sølan fer ígongd. Nærri kunning kemur kl. 12.00.

Øll atgongumerkini fóru upp á fáa sekund, og fleiri, millum annað undirritaði, veit ikki ordiliga um tað eydnaðist at fáa atgongumerki, tí tá ið gjaldast skuldi fyri valdu plássini, megnaði skipanin handan atgongumerki.fo ikki meira, og helst fór gjaldingini ikki í gjøgnum.

Nú 19 minuttir eftir at sølan lat upp, standa framvegis nógv setur at vera”Fyribils tikin”, so helst eru fleiri sum hava trupulleikar at gjøgnumføra gjaldingina.