Atlantic Airways 27 mió. í avlopi í 2024

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2024 er eitt vet lakari enn í 2023, tó er ferðafólkatalið á nøkunlunda sama stigi sum árið fyri. Í 2025 strembar felagið ímóti at styrkja verandi rutunet við fleiri fráferðum.

Í dag hevur P/F Atlantic Airways havt aðalfund, har m.a. ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram. Endaliga ársúrslitið hjá Atlantic Airways fyri 2024 gjørdist 27,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 35,8 milliónir krónur í 2023. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 832 milliónir krónur í 2023 upp í 860 milliónir krónur í 2024. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 67 milliónir krónur í 2024 samanborið við 77 milliónir krónur í 2023.

Samlaða ferðafólkatalið á rutunetinum hjá Atlantic Airways var 369.000 ferðandi samanborið við 370.000 ferðandi árið fyri. Umleið 43 prosent av hesum vóru útlendsk ferðafólk, ið er tað sama sum umleið 159.000 ferðaseðlar.

Framleiðslan hjá flogførunum var 11.009 flogtímar í 2024, sum er á sama stigi sum undanfarnu ár. Strembað verður áhaldandi eftir at nýta tøka orku til leiguflúgving fyri at optimera framleiðsluna og harvið betra um kappingarføri.

Tyrluflúgvingin er økt nakað – úr 744 tímum til 812 í 2024. Í fjør flugu 11.000 ferðafólk á rutunetinum, og varð tyrlan boðsend 54 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 6,75 minuttum.

Verkfallið stóra ávirkan á úrslitið

Verkfallið, sum vardi í umleið ein mánað uppundir háárstíð, hevði stóra ávirkan á ferðafólkatalið og harvið eisini úrslitið í 2024. Mett verður, at verkfallið eisini hevði ávísa ávirkan á søluna av ferðaseðlum fyri summarið.

Trygdin í flogvinnuni hevur altíð hægstu raðfesting, og harvið er eftirlitið eisini sera stórt. Hetta kom m.a. til sjóndar í september í fjør, tá framleiðarin innkallaði tvey av flogførum felagsins til yvirhál av motorum. Hetta hevði fíggjarligar avleiðingar við sær, tí Atlantic Airways mátti av hesi orsøk leiga flogfør, umframt at gera broytingar í ferðaætlanini.

Afturat hesum kann leggjast afturat, at økt kapping eisini ávirkar úrslitið, serliga á Íslandsrutuni.

Styrkja verandi rutunet

Atlantic Airways flýgur beinleiðis úr Føroyum til 12 ymisk ferðamál í Evropa: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og Tenerife.

Í fjør løgdust tvær nýggjar rutur afturat, London og Tenerife, har undirtøkan hevur verið sera góð.

Ætlanin fyri 2025 er at styrkja um verandi rutunet við hægri ferðafólkatølum og fleiri túrum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg og sól-ferðamálini.

Tyrlurnar eru enn sum áður týðandi partur av tilbúgving Føroya, og umframt rutuflúgving millum oyggjarnar fýra dagar um vikuna, eru tyrla og manning á varðhaldi alt samdøgrið, alt árið. Eitt av mest umrøddu útkallunum í fjør var, tá tyrlan 6. februar varð boðsend til frystilínuskipið Kamb, sum fekk ein sjógv uml. 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi. Skipið sakk stutt eftir. 14 mans vórðu bjargaðir hendan dagin, og á Sjómannadegnum í august fekk tyrlumanningin serligan heiður fyri bjargingarátakið.

Flúgva fyri Føroyar

Eitt av fremstu endamálunum hjá Atlantic Airways er at flúgva fyri Føroyar. Sum ein liður í hesum bjóðar flogfelagið ungdómi og føroyskum fulltíðarlesandi at keypa ferðaseðlar fyri serprís, Sveiggj. Í fjør varð avmarkingin við Sveiggjferðaseðlum á SÓL-ferðamálum tikin burtur, og í 2024 vóru heili 24.000 Sveiggj-ferðaseðlar seldir. So ongin ivi er um, at týdningurin av einum ungdómstilboði er sera stórur, tí soleiðis kunnu føroysk lesandi uttanlands varðveita tilknýti til Føroyar, meðan tey eru undir útbúgving.

Við at vera ein virkin luttakari í føroyska samfelagnum merkir, at tað í nógvum førum ber til hjá Atlantic Airways at tillaga seg eftir tí, ið er uppi í tíðini. Tað varð millum annað gjørt í januar í fjør, tá føroyska tjóðarflogfelagið gjørdi eina loftbrúgv til Berlin í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Tá fleyg Atlantic Airways leikararnar og túsundtals fjepparar til týska høvuðsstaðin. Eisini varð flogið beinleiðis við leikarum og fjepparum til Basel í november/desember, tá kvinnulandsliðið í hondbólti var við í EM-endaspælinum har.

Einfaldari at brúka súlubonusstig

Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl umtókt. Hon gevur ferðandi møguleika at savna sær stig, hvørja ferð flogið verður, og stigini kunnu brúkast til at keypa súluferðir fyri. Í fjør varð talgild loysn tikin í nýtslu, sum ger tað lættari og einfaldari hjá ferðafólkum sjálvi at brúka síni uppspardu stig á netinum við at rita seg inn á súlubonusvangan.

Atlantic Airways Aviation Academy

Í fjør fór spildurnýggi, hátøkniligi simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, undir sítt virksemi. Simulatordepilin hevur tveir simulatorar, ein til flogfør og ein tyrlur, umframt ein sokallaðan hoist-trainer. Undirvísingin byrjaði í desember í fjør, og virksemið har fer við tíðini at gerast ein nýggj vinna, sum fer at styrkja um búskaparligu støðu felagsins.

Hotel Vágar læt upp

Í 2023 yvirtók Atlantic Airways gamla flogvallarhotellið, Hotel Vágar. Hotellið er nú høvuðsumvælt, og í fjør vórðu dyrnar latnar upp. Hotel Vágar hevur matstovu, fundarhølir og annars allar nýmótans hentleikar. Hotellið er partur av virkseminum hjá Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Nevndin

Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen.

– Fyri okkum í Atlantic Airways er tað av stórum týdningi at áhaldandi kunna bjóða eitt sterkt og støðugt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og tað eru júst hesar grundsúlurnar, ið vit frameftir vilja styrkja og menna. Simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, sum í fjør fór undir virksemi sítt, er veruliga við til at seta Føroyar á heimskorti í altjóða flogvinnuni. Hann fer eisini at gerast ein týðandi liður í búskaparliga vøkstrinum hjá Atlantic Airways, og har eru vit spent at fylgja við gongdini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.

Fleiri upplýsingar fáast frá Niels Mortensen, nevndarformanni, á telefon 21 69 28.