Ávíst trýst á Víkingi og B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fimm dystir eru í best mansdeildini í fótbólti í dag, og hóast stutt er fráliðið, og bara tveir dystir eru spældir, so er longu ávíst trýst á nøkrum liðum.

Eitt teirra eru meistararnir Víkingur, sum bert hevur eitt stig eftir tvey umfør. Teir kunnu um illa vil til bert hava eitt stig, um teir tapa móti 07 Vestri heima í Sarpugerði í dag, og so kann longu verða langt upp til KÍ, NSÍ og HB kappingin um føroyameistaraheitið. Víkingur er tó stórfavorittur at vinna á 07 Vestur í dag.

Eisini B36 hevur eitt ávíst trýst á sær móti TB á Tvøroyri í dag. Ikki tí tað er so óvæntað, at teir enn ikki hava fingið stig higartil, tí teir hava spælt móti NSÍ og KÍ. Tað sum ger støðuna er spenta, er at um teir ikki fáa stig í trupla dystinum á Tvøroyri í dag, so kann væl hugsast, at TB einki stig hevur eftir fimm umfør, tí næstu tvey umførini spæla teir móti Víkingi og HB.

KÍ, NSÍ og HB, sum øll hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar, hava í dag dystir, har øll vænta, at tey vinna.

KÍ er risafavorittur móti EB/Streymi, og tað sama er HB móti FC Suðuroy, hóast spælið hjá HB so avgjørt ikki hevur verið nakað at reypa av fyrstu tvey umførini.

Hinvegin er ein ávísur spenningur, tá ið NSÍ tekur móti B68 við Løkin. B68 hevur fleiri ferðir argað NSÍ seinnu árini, og hesin grannadysturin er av tí slagnum, at úrslitið als ikki nýtist at endurspeglast í stigatalvuni ella styrkini á liðunum annars. Eitt er víst, og tað er, at toftamenn vilja gera alt fyri at steðga NSÍ at koma upp í toppin í bestu deildini í ár.


Sunnudag 30. mars

Kl. 14:45 TB – B36
Kl. 15:00 Víkingur – 07 Vestur
Kl. 15:00 KÍ – EB/Streymur
Kl. 17:00 HB – FC Suðuroy
Kl. 19:00 NSÍ – B68


Stigatalvan í Betrideildini menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ22007346
222006246
3HB22005326
4EB/Streymur21104224
5B6821014313
6TB20203302
7Víkingur201114-31
807 Vestur200225-30
9B36200247-30
10FC Suðuroy200204-40