B71 fremst í 1. deild

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

B71 heldur fast í oddasessinum í 1. deild við fullum stigatali. Í dag vunnu sandoyingar 0-1 á útivølli móti EB/Streymi. Eduardo Coimbra skoraði einasta málið í dystinum í seinna hálvleiki.

Skála sær eisini út til at ætla sær beinleiðis upp í Betrideildin aftur og er nummar tvey við sjey stigum. Í dag vunnu skálamenn 0-4 móti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Markus Isaksen, Kristian Martin Jakobsen, Simon Jørgensen og Rói Olsen skoraðu málini.

Hini bæði liðini, sum kunnu flyta upp, AB og ÍF spældu javnt 1-1 á Argjum. Rúnar Cederius Johnsson legði ÍF fram um tíðliga í dystinum, og Jeremiah Mensah Okornoe javnaði fyri AB tólv minuttir fyri tíð.

Teir næstbestu hjá Víkingi síggja eisini út til at ætla sær aftur upp í oddin. Í dag vunnu teir 2-3 móti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. Hjá Víkingi skorai Rani Hansen tvær ferðir og Ingi Arngrímsson eina ferð. Fyri 07 Vestur skoraðu Edvin Jakobsen og Rasmus Helgason.

Teir næstbestu hjá KÍ vunnu 1-0 móti teimum næstbestu hjá B36. Veteranurin, Kristoffur Jakobsen, skoraði málið.


Úrslit 3. umfar í 1. deild

EB/Streymur II -B71 0-1
NSÍ II -Skála ÍF 0-4
KÍ II – B36 II 1-0
07 Vestur II – Víkingur II 2-3
AB – ÍF 1-1


Stigatalva 1. deild

DVJTMFMMStig
1B7133005059
2Skála ÍF32108087
3Víkingur32016426
4EB/Streymur32013216
5AB31204225
631113304
7ÍF302146-22
8B36301236-31
9NSÍ301238-51
1007 Vestur3003210-80