Bara uppskotstillarin Bárður á Lakjuni, og floksfelagar hansara í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen og Árni Skaale, atkvøddu fyri uppskotinum at banna fartelefonum í fólkaskúlanum.
Sostatt fall uppskotið hjá Bárði á Lakjuni, um at banna fartelefonum í fólkaskúlanum við einum braki. 18 tingfólk atkvøddu ímóti, og ein atkvøða var blonk, hana átti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Frammanundan hevði mentamálanevndin mælt frá at samtykkja lógaruppskotið. Bara Fólkaflokkurin tók undir við málinum.