Barnagarðurin á Sandi reistur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin var barnagarðurin á Sandi reistur. Bulur stendur fyri arbeiðnum. Tað skrivar Sands kommuna.

Á Facebook skivar Sands kommuna soleiðis:
– Í dag bleiv nýggi hart tiltrongdi barnagarðurin hjá sandingum reistur. At síggja merkið veittra yvir snotiliga bygninginum beint undan jólum, er ein gáva, sum vit í Sands bygdarráði eru so sera errin av.

Bulur stendur fyri arbeiðinum tað vóru eisini teir sum bygdu nýggja skúlan fyri Sands kommunu. Okkara royndir eru,at tað teir lata úr hondunum er valaverk.

Tillukku sandingar, tillukku Sands bygdarráð, vit megnaðu tað og um stutta stund flyta okkara ungu alvar í snotiligan nýggjan barnagarð. Børnini eiga at fáa hægstu raðfesting hjá einum bygdarráði, tað verða tey sum koma at bera samfelagið víðari á leið.


Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri