10 ár eru liðin, síðani mest vinnandi liðið í Týsklandi, Bayern München, vann UEFA Champions League tann 25. mai 2013. Leikarin, sum slóðaði fyri, var Bastian Schweinsteiger. Miðvallarleikarin hevði tænt felagnum í nógv ár og hann tryggjaði sær, at ongin fór við blusuni frá finaluni, tí hann spældi dyst nr. 500 og seinasta dyst fyri Bayern München. Schweinsteiger vann 8 týsk meistaraheiti og 7 steypakappingar við felagnum.

Bastian Schweinsteiger greiðir sjálvur frá: “Tá eg vaknaði handan dagin í London, hugsaði eg beinanvegin: Vit vinna steypið í kvøld! Vit lótu steypið frá okkum í 2010 og 2012, og serliga eftir tapið á heimavølli í 2012, ynsktu vit at gerast allarbesta liðið í Europa. Tað var týðiligt frá fyrstu venjing í nýggja kappingarárinum – og síðani eisini á Wembley.
Undir upphitingin traðkaði Mario Mandžukić á økilin og eg legði sostatt pínufult tilmerkis – bókstavliga – hvussu uppsettur hann var. Vit spældu triðju finaluna í fýra ár – og ímóti Borussia Dortmund – so sjálvandi vóru vit trýstir, men eftir 20 minuttir tóku vit avgerðina í egnar hendur. Mario Götze legði okkum á odda eftir ein tíma, og hóast Ilkay Gündogan javnaði við einum brotssparki stutt eftir, so var eg óttaleysur.”

Og víðari: “Jupp Heynckes segði allatíðina við okkum: Takið ræðið á dystinum og verið virkisfýsnir! So vit hildu á at leypa á við skili – og vit fingu lønina. Vinnandi málið var als ikki eftir uppskriftini. Jérôme Boateng hevði bóltin á okkara hálvu. Eg vildi hava bóltin á vinstru síðu, men hann sendi eina langa sending fram til Franck Ribéry. Tað plagdu vit ongantíð at gera!

Síðani hendi alt sera skjótt. Franck legði bóltin og skotið hjá Arjen Robben trillaði við 3 km/t í málið! Arjen spurtaði út til fjeppararnir og vit runnu allir aftaná – og adrenalinið kókaði! Á, den frøði! Tá dómarin bríkslaði, fall eg niður á knæ. Tað sást á eygnabráðnum á øllum: Endiliga høvdu vit megnað tað! Veistlan aftaná bar eisini av øllum. Brádliga endaði eg á dansigólvinum saman við Jupp Heynckes og Karl-Heinz Rummenigge. Tað eru ómetalig góð og dýrabar minnir.”
Bayern München vann eisini Champions League í 2019-20.