Fríggjakvøldið klokkan 18.30 sigur FM1 beinleiðis frá tveimum dystum í Betrideildini hjá monnum. Regin Sivertsen sigur frá dystinum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og NSÍ, og Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum á Svangaskarði á Toftum millum B68 og Skála. Rúni á Reynatrøð verður staddur í Víkinga-húsinum, og um úrslitini laga seg soleiðis, at Víkingur verður staðfestur FM-vinnari, so fer tað at merkja sendingina í stóran mun. Klokkan 17 spælir Víkingur móti ÍF á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Beinleiðis frásagnir á FM1 fríggjakvøldið kl 18.30: KÍ-NSÍ og B68-Skála
Skrivað
Dagfesting