Í Júkeboksini í dag vóru Unn Thomsen og Vivian Sjóðklett og tosaði um Umahro Cadogan sum er ein framúr og høgt mettur røðari og undirvísari við serligum førleikum innan heilsu, lívfrøði, kostfrøði, fysiologi, immunologi.
Umahro er skiljandi, hugvekjandi og fangandi og hann kann tosa um heilsu á ein hátt, sum gevur íblástur, og er tað uttan rættaðan peikufingur ella útskamming; Áhoyrararnir fáa ikki ringa samvitsku, men motivatión og íblástur til at eta og liva heilsugott. Luttakararnir fara úr hansara fyrilestrum við nýggjari vitan, eisini undirhildnir, motiveraðir og inspireraðir.