,

Bert 15 prosent vita, hvussu nógv russarar kunnu fiska í Føroyum

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tað eru bert 15 prosent av, sum vita, hvussu nógv russisk skip hava loyvi at fiska undir Føroyum.

Tað vísir ein nýggj spurnarkanning, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gjørt.

Kanningin vísir, at hóast nakað av almennum kjaki er um evnið, so er vitanin um fiskiveiðuavtaluna við Russland lítil millum Føroyingar.

Kanningin vísir eisini, at meira enn helvtin siga seg ikki vita talið á føroyskum skipum, sum hava loyvi at fiska í russiskum sjógvi, og heili 64 prosent siga seg ikki vita, hvussu nógv tins føroysku skipini hava rætt til at fiska.

Kanningin er gjørd í sambandi við tiltakið Exit Russland, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi stendur fyri, og sum verður hildið í Løkshøll 2. Mei.

Javnaðarflokkurin hevur áður almannakunngjørt tøl úr kanningini, sum annars verður almannakunngjørd á tiltakinum í Løkshøll. Tá vísti Javnaðarflokkurin á Fólkatingi á, at annar hvør føroyingur vildi steingja havnirnar fyri russiskum skipum.