Betri møguleikar at útflyta fisk til Kina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar kunnu nú útflyta øll fiskasløg, rækjur og skeljar til Kina.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið váttan um, at kinesiski myndugleikin og Uttanríkis og Vinnumálaráðið hava undirskrivað tvær nýggjar heilsufrøðiligar protokollir. Eina protokoll til veiddan fisk, skeljar og annað, og eina protokoll til fiskamjøl og lýsi til fóður. HFS arbeiðir við at seta hesar protokollir í verk.

Samstundist fer makrelprotokollin frá 2016 úr gildið.

Allar fiskavørur og annað til Kina skulu hava eina heilsuváttan, er at finna á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kina hevur eisini góðkent eina protokoll um fiskamjøl og lýsi til fóður. Føroyskir framleiðarar hava nú loyvi at útflyta hesi til Kina, men enn er tað krav, at virkir og skip, ið útflyta, skulu vera á einum góðkendum lista.

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir framvegis við at tryggja eina góðkenda heilsuváttan til hesi endamál.