Betri samtakið hevði 431 milliónir í yvirskotið í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betri samtakið hevði 431,4 milliónir krónur í 2024, hóast methøgar tryggingarskaðar. Góða úrslitið kom av øktum útlánsvirksemi og góðum avkasti av virðisbrøvum.

Av hesum fara 53 milliónir til limakrónur, og 30 milliónir fara til samfelagsgagnligt virksemi, har ímillum við Tjarnir og útbygging av umsorganarheiminum Gloria. Hettar er fjórða árið á rað, at limakrónur verða latnar.

Samtakið stendur sterkt, sigur Jens Johan Dam, formaður. Eginognin er 4,4 milliardir krónur, og solvensurin er 37,9 %.

Nevndin hevur eisini fingið nýtt andlit, Hallur Thomsen, sum kemur í staðin fyri Petur Elias Nielsen,. Jens Johan Dam heldur fram sum formaður, og Poula Michelsen sum næstforkvinna. Hini í nevndini eru Mortan Simonsen, Tóra við Keldu, Hallur Thomsen og Jákup Egholm Hansen.