Hesi jólini hava verið nakað heilt serligt fyri tey í Hvannasundi og í hinum bygdundum norðan fyri Fjall, og við nýggju tunlunum, sum lótu upp beint fyri jól, fingu tey eina sera góða jólagávu.
Í sambandi at tunlarnir skuldu lata upp, skipaði Hvannasunds kommuna fyri teknikapping fyri børn við heitinum Jólini, tá bygdarfólki í Hvannasunds kommunu bíðaðu eftir nýggjum tunlum
Kappingin var býtt upp í tveir bólkar: Børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldur. Eydna Steinberg metti um tekningarnar og valdi vinnararnar.
Í bólkinum børn í skúlaaldri hevði Bóas Akurstein teknað bestu tekningina, og í bólkinum undir skúlaaldur hevði Kára Klein Ellebye teknað bestu tekningina.
Á myndini vísa Bóas Akurstein og Kára Klein Ellebye vøkur tekningarnar