Bogi Reinert Petersen hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri 2025. Hann er serliga ætlaður sum miðverji, men kann eisini røkja onnur pláss á vøllinum. Tað skrivar B36.
Bogi Reinert Petersen, sum verður 32 ár í februar, hevur fyrr spælt fyri HB, ÍF, Víking og EB/Streym. Í fjør var hann aftur í barndómsfelagnum ÍF.
Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá B36, heldur at samansetingin í spælarahópinum er góð við sunnari kapping um plássini. Hann sigur, at Bogi er ein støðufastur spælari við nógvum royndum og góð javnvág verður í hópinum við hansara eginleikum.
Bogi Reinert Petersen hevur royndarvant í B36 í eina góða viku og skeyt málið við brotssparki í venjingardysti í Sarpugerði um vikuskiftið.