Hesa vikuna eru ymisk átøk kring allan heimin, ið varpa ljós á neurodiversitet. Í tí sambandi bjóða Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sinnisbati, ADHD-felagið, Autismufelagið og Lesihúsið inn til tiltak í Perluni hóskvøldið 20. mars kl. 19-21.
Hetta kvøldið leggur Beinir Bergsson bókina Undurfullir heilar eftir Louise Gooding fram. Bókin er ein eyðskild og hugkveikjandi innleiðing í autismu, ADHD, OCD, angist, orðblindni og mangt annað, sum bæði lítlir og stórir lesarar kunnu læra nógv av. Hon setur orð á tað, sum kann vera torført hjá neurodivergentum persónum at greiða frá, og á tað, sum neurotypiskir persónar kunnu hava trupult við at skilja. Bretski, neurodivergenti rithøvundurin Louise Gooding skrivaði bókina, Beinir Bergsson týddi hana úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í november í fjør í samstarvi við Sinnisbata.
Aftan á bókarframløguna verður livandi tónleikur við Ragnari Finssyni, og síðan fara nakrir fyrimyndarligir, neurodivergentir einstaklingar at bera fram sínar søgur. Tey eru: Aleth Vang, Elisa Vang, Birita á Høgaryggi og Sigurð Lamhauge. Tiltakið er alment og ókeypis, og bókin verður seld fyri serprís hetta kvøldið.
Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sinnisbati, ADHD-felagið, Autismufelagið og Lesihúsið skipa fyri.