Nýggja brúgvin um Stórá millum Hvalvík og Streymnes var tikin í nýtslu á hátíðarløtu leygardagin. Tað skrivar Sunda kommuna
Eiðis Ljómfelag spældi horntónleiki, og Jógvan Kruse, borgarstjóri helt røðu, áðrenn nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtlsu.
Hákun Zachariasen koyrdi fyrsta bilin um brúnna, og hann hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.
Brúgvin er 22 metrar long og 6,5 metrar breið. Hon er stoypt á sama staði, har tvær aðar brýr hava verið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920’unum og miðskeiðis í 1950’unum varð onnur brúgv bygd á staðnum.
Sunda kommunu skrivar, at kommunan fegnast um, at nýggj brúgv er komin, ið aftur knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman. Hædd er tikin fyri ferðslutrygd, ábærari ferðslu, samstundis sum brúgvin er bygd til tunga ferðslu.
Mynd: Kjartan Madsen / Sunda kommuna