BTÚ heldur fram at vaksa

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Búskaparráðið sigur í várfrágreiðingini, at BTÚ í 2025 er mett at vera 29,1 milliardir krónur.

Tað er ein vøkstur samanborið við undanfarna ár, har BTÚ var 27,7 milliardir krónur í 2024. Vøksturin í BTÚ er mettur til at vera 5,0 prosent í 2025, sum er ein hægri vøkstur enn undanfarna ár, har vøksturin í 2024 var 3,0 prosent .

Metingarnar av BTÚ verða gjørdar í ársins prísum, og Búskaparráðið hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya mett um vøksturin fyri árini 2024 – 2026.

Talan er um eina spakuliga øking, sum sæst aftur í 2025 og 2026, har BTÚ er mett at verða ávikavist 30,8 milliardir krónur við einum mettum vøkstri á 5,7 prosent.

BTÚ var í 2023 26,9 milliardir krónur og við einum vøkstri á 6,7 prosent í ársins prísum. Tað sæst, at stóri vøksturin í 2022 og 2023 ikki endurtekur seg í 2024, men væntað verður, at BTÚ veksur spakuliga aftur komandi árini.

Høga inflatiónin í 2022 og 2023 var við til at lyfta BTÚ upp í ársins prísum, og tað ávirkaði vøksturin tey árini.

Búskaparráðið metir, at vit framhaldandi kunnu vænta ein positivan vøkstur í BTÚ næstu árini.