Orsaka av nógva vindinum hava ongir leiðir hjá bygdaleiðum koyrt í morgun.
Marin Gaardlykke ferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins segði við útvarpið í morgun, at fyrstu bussleiðirnar byrja at koyra aftur um átta tíðna, fyrst í Eysturoynni og Klaksvik og so við og við longri suðri í landinum.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni ber til at fylgja við, hvørjar bussleiðir koyra.
Viðvíkjandi oyggjaleiðum, so er Smyril er júst farin fyrsta túrin av Krambatanga.
Á Nólsoyarleiðini veður um viðrar siglt av Havnini klokkan 9:30 og úr Nólsoy klokkan 10:30.
Á Skúvoyarleiðini eru fyrstu túrarnir í morgun avlýstir.
Á Hestleiðini er eingin sigling í morgun. Nærri kunning um siglingina á leið 61 verður fráboðað fyrrapartin.