Dánjal Pauli heiðraður fyri 40 ár í sløkkiliðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á árliga hugnakvøldinum hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði varð leiðarin, Dánjal Pauli Poulsen, heiðraður fyri 40 ára langa tænastu. Kvøldið varð hildið inni á sløkkiliðsstøðini, har starvsfelagar og vinir fagnaðu hansara trúfasta arbeiði.

Dánjal Pauli Poulsen byrjaði hjá sløkkiliðinum í Miðvági sum 18 ára gamal tann 1. januar 1985. Fýra ár seinni varð hann valdur til varaleiðara, og síðan 2015 hevur hann virkað sum leiðari fyri bæði Miðvágs- og Sandavágs sløkkilið.

Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, eisini tók orðið og handaði Dánjal Paula eina gávu frá kommununi. Hann rósti Dánjal Paula fyri hansara týðandi leiklut í menningini av sløkkiliðinum og hansara megnararbeiði gjøgnum øll árini.

Dánjal Pauli hevur í 40 ár verið ein drívmegi í menningini av sløkkiliðinum, bæði tá ið tað kemur til útgerð og førleikar hjá sløkkiliðsfólkunum. Hansara tænastu hevur verið ómetaliga týdningarmikil fyri trygdina í Vága kommunu.