,

Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogbólti

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Dávið Ryan, sum er millum bestu og virknastu dómararnar í Føroyum, er í hesum døgum dómari við eina EM kapping í flogbólti.

Hóast sín unga aldur er Dávið Ryan longu ein sera royndur flogbóltsdómari í Føroyum. Í fjør gjøgnumførdi 24 ára gamli Dávið kravdu altjóða útbúgvingina hjá evropisku flogbóltssamgonguni, CEV. Fyri síðan endaliga at gerast altjóða dómari, skal Dávið undir eftirlitið vera dómari í trimum altjóða dystum, sum skulu vera í minst tveimum ymiskum kappingum.

Í hesum sambandi er Dávið millum dómararnar, sum í hesum døgum døma annað innleiðandi bólkaspælið í CEV kappingini um evropiska meistaraheitið fyri U16 dreingir. Innleiðandi bólkarnir verða leiktir í Fraklandi, Georgia, Spania, Bulgaria og í Grikkalandi. Dávið er við til bólkaspælið í Fraklandi. Finaluumfarið í hesi kappingini verður í Armenia í juli og august í ár.

Í gjár var Dávið annar dómari í dystinum ímillum Frakland og Ukraina, sum Ukraina vann 3-1. Í dag kl. 15.00 verður Dávið høvuðsdómari í dystinum ímillum Serbia og Ukraina.

Tá Dávið hevur fingið sín triðja altjóða dyst og harvið kann kalla seg altjóða dómara fer hann í fótasporini hjá pápa sínum Jan Hentze, sum umframt at døma í Føroyum í ein mannsaldur og enn dømur, var altjóða dómari í áleið 8 ár.