,

Diallo bjargaði United við hattricki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Amad Diallo var hetjan hjá Manchester United, og vendi hóttandi tapið við at skora eitt reint hattrick móti botnliðnum Southampton heim á Old Trafford .

United kom aftur um, tá ið Manuel Ugarte beindi bóltin í egið mál eftir hornaspark. United spældi ein vánaligan dystin, men ein maður vildi tað øðrvísi, og eina og aleina vendi Amad Diallo dystinum við trimum málum seinasu tólv minuttirnar.

Amad, sum nýliga hevur skrivað undir langtíðarsáttmála við United, skoraði fyrst í 82. minutti, tá hann breyt gjøgnum verjuna hjá Southampton og skoraði úr spísku vinkli. Hann skoraði aftur, tá ið 90 minuttir vóru spældir eftir eina góða sending frá Christian Eriksen og hann fullførdi hattrickið í yvirtíðini, tá ið ein verjuleikari heilkiksaði, og Amad kundi skjóta í tóma málið.

Hetta var fyrsta hattrickið hjá Amad, og hann bjargaði kvøldinum á Old Trafford. Viðhaldsfólkini sungu handara navn, tá ið hann fór av vøllinum.


Í hinum dystinum í kvøld vann Brighton 2-0 móti Ipswich, sum nú er beint undir niðurflytingarstrikuni. Kaoru Mitoma og Georgini0 Ruttar skoraðu málini hjá Brighton, sum er á einum 9. plássi í Premier League.


21. umfar í Premier League

Týsdag 14.01.2025

  • Brentford – Manchester City 2 – 2
  • Chelsea – Bournemouth 2 – 2
  • West Ham – Fulham 3 – 2
  • Nottingham Forest – Liverpool 1 – 1

Mikudag 15.01.2025

  • Everton – Aston Villa 0-1
  • Leicester – Crystal Palace 0-2
  • Newcastle – Wolverhampton 3-0
  • Arsenal – Tottenham 2-1

Hósdag 16.01.2025

  • Ipswich – Brighton 0-2
  • Manchester United – Southampton 3-1

Stigatalva Premier League

DVJTMálStig
1Liverpool20145148 – 2047
2Arsenal21127241 – 1943
3Nottingham Forest21125430 – 2041
4Newcastle21115537 – 2238
5Chelsea21107441 – 2637
6Manchester City21105638 – 2935
7Aston Villa21105631 – 3235
8Bournemouth2197532 – 2534
9Brighton21710432 – 2931
10Fulham2179532 – 3030
11Brentford2184940 – 3728
12Manchester United2175926 – 2926
13West Ham2175927 – 4126
14Tottenham21731143 – 3224
15Crystal Palace2159723 – 2824
16Everton2038915 – 2617
17Wolverhampton21441331 – 4816
18Ipswich21371120 – 3716
19Leicester21351323 – 4614
20Southampton21131713 – 476