Donsk byggifyritøka keypir Articon

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Articon boðar frá, at danska byggifyritøkan Per Aarsleff Holding A/S hevur keypt 80% P/F Articon, meðan leiðslubólkurin og verandi eigarar fara at eiga 10% hvør.

Articon skrivar, at Per Aarsleff Holding A/S vísti áhuga síðsta summar, og hetta førdi til eina strategiska samstarvsavtalu við Articon. Íløgugongdin skal tryggja framtíðina hjá Articon við betri atgongd til vitan og marknaðir.

Nýggi leiðslubólkurin, við Sunnvard Andreasen sum stjóra, Torleif Waagstein sum rakstrarstjóra og Christian Danielsen sum fíggjarstjóra, tekur við 1. oktobur 2025. Verandi stjórar, Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, halda fram sum nevndarlimir.

Henda broytingin merkir eina nýggja tíð hjá Articon, sum miðar eftir at styrkja sína støðu á heimamarknaðinum og víðka um sínar møguleikar á altjóða pallinum.