Droyma um Tjóðleikhús á Raktanga við Skálafjørðin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

– Tað hevði verið hugaligt, um vit í framtíðini kunnu bjóða øllum vælkomin til Tónlistaháskúla – konservatorium – ella Tjóðleikahús á Raktanga, og hvør veit, kanska verður innsiglingin til Føroyar einaferð líka so víðagitin sum innsiglingin til Sydney, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu síni.

Ein nýggj verkætlan at byggja ein Tónlistaháskúla (konservatorium) og Tjóðleikahús á Raktanga við Skálafjørðin verður lýst í einum sveimandi teksti á heimasíðuni, og sagt verður, at hetta serliga økið er einastandandi væl egnað til at hýsa einum mentanarhúsið av hesum slagi.

Harvið bjóðar Sjóvar kommuna seg fram, nú Tórshavnar kommuna enn einaferð hevur broytt meining, hvar Tjóðleikhúsið skal byggjast í Havn. Runavíkar kommuna hevur eisini sagt seg vera áhuga at hýsa einum Tjóðleikhúsi.

Modellið er á kommunuskrivstovuni

Tveir ungir arkitektlesandi, Rói Heinason og Rasmus Christensen, hava gjørt eina verkætlan á økinum við Raktanga. Verkætlanin fekk bestu viðmæli og umfatar at byggja ein Tónlistaháskúla inn í landslagið við størst møguligari virðing fyri náttúruni og lendinum. Sjóvar kommuna hevur fingið skrivligt tilfar og modell av hesi verkætlan, sum nú er at síggja á kommunuskrivstovuni.

Hugnaligt mentanarøki

Sagt verður, at bygdin Strendur við Skálafjørðin er kend fyri sína náttúru og mentanararv. Staðsetingin á Raktanga ger tað lætt hjá fólki at savnast til mentanarupplivingar. Eysturoyartunnilin ger tað eisini skjótt og einfalt at ferðast til Strendur úr øllum Føroyum. Verkætlanin fer at geva føroyingum ein mentanardepil, har tey kunnu njóta tónleika- og leikhúsframførslur í einum natúrligum og hugnaligum umhvørvi.

Tað er ætlanin, at verkætlanin kann seta Strendur og allar Føroyar á heimskortið við at skapa eitt heimsviðurkent mentanarstað. Við tónlistaháskúlanum og tjóðleikahúsinum kunnu føroyingar gleða seg til eina framtíð við fleiri og betri mentanartilboðum.

Verkætlanin Atlantic Sounds – A Music Conservatory For the Faroe Island sæst á kommunuskrivstovuni hjá Sjóvar kommunu, og møguleiki er at seta seg í samband við rithøvundarnar, um áhugi er at síggja meira til verkætlanina.

Les meira um verkætlanina á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.