Vága Floghavn boðar frá, at frá 1. mai hækka gjøldini fyri at parkera á parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn.
Verandi gjøld eru óbroytt síðani 2019.
Vága Floghavn hevur eina prísskipan, har dagsprísurin lækkar stigvíst í mun til longdina á parkeringartíðarskeiðnum.
Sum dømi um prísbroytingina kunnu nevnast, at hevur tú parkerað í 3 dagar, hækkar gjaldið við 45 krónur, úr 240 krónur upp í 285 krónur, og hevur tú parkerað í 8 dagar, hækkar gjaldið við 180 krónum, úr 520 kórnur upp í 700 krónur.
Yvirlit yvir nýggju parkeringsgjøldini, ið verða galdandi frá 1. mai 2025, sæst niðanfyri.
