Egyptiski kongurin heldur fram í Liverpool

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stjørnuleikarin í Liverpool Mohamed Salah hevur longt sáttmálan við Liverpool FC.

Talan um ein tvey ára sáttmála, sum bindur Salah til felagið til 2027, tá hann verður 35 ár.

Alt hetta kappingaárið hevur verið ivamál, um Mohamed Salah, Virgil van Dijk og Trent Alexander Arnold fara at halda fram í Livepool, tí teirra sáttmálar við felagið ganga út í summar.

Nú hevur Salah so skrivað undir nýggjan sáttmála, og væntandi skrivar Virgil van Dijk eisini undir nýggjan sáttmála ein av komandi døgunum. Hinvegin tykist greitt, at Trent Alexander Arnold, sum er uppvaksin í Liverpool, skiftir til spanska felagið Real Madrid í summar.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Liverpool sigur Salah, at hann hevur stórar vónir um at vinna fleiri steyp við felagnum. Hann lýsir síni ár í Liverpool sum tey bestu í sínum fótbóltslívi.

Salah hevur verið í Liverpool í átta ár. Hann hevur skorað 184 mál og lagt upp til 86 mál í 394 dystum.