Ein bilur fór út av Vatnavegnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein bilur fór av vegnum á Vatnavegnum í Vágum tíðliga í morgun. Sambært løgregluni var talan um eitt soloóhapp. Tað var ikki greitt, hví bilurin fór av vegnum, og løgreglan hevur enn ikki avhoyrt tey, sum vóru í bilinum.

Tveir mans vóru í bilinum, tá óhappið hendi, og báðir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Sambært løgregluni hava teir ikki fingið álvarsamar skaðar, og eingin illgruni er um, at rúsdrekka var uppií. Ferðslan í økinum varð ikki ávirkað av óhappinum.

Bilurin koyrdi úr Miðvági móti Vatnsoyrum, tá hann fór niðan av vegnum tætt við Leitisvatn. Tað sæst á bilinum, at hann fekk stóran skaða. Tað er enn ógreitt, hvussu skjótt bilurin koyrdi, tá óhappið hendi.