Hjá Dúvugørðum í Saksun er flettingin væl áleiðis, men bóndin stúrir fyri at talið á lombum verður eini 100 færri enn tey umleið 600 sum annars hóskar til áseyðatalið har.
“Her er ein gonga eftir at reka, annars gongur væl við flettingini,” segði Jóhan Jógvansson, bóndi.
“Tað sær tíverri út til at vit hava heldur nógvar geldær í ár,” legði hann afturat.
“Hvat tað er sum ger at ær ikki fáa lomb er ymiskt. Tað kann vera tað at seyðurin hevur verið í so spjaddur, soleiðis at brundur ikki er komin til ærnar. Tað kann eisini vera at ærnar eru ov rak ella at tær kasta burtur, um líkindini til at fáa føði eru ov ring orsakað av ringum veðri. Síðan kann tað henda at líkindini eru ring akkurát í lembingartíðini, og tað kann so føra til felli.”
Júst hvussu natúrin háttar sær kann vera avgerandi fyri hvussu árið hilnast. Tað kostar at lomb ikki koma undan.
“Fáa vit 20 prosent færri lomb at fletta enn hvat vit annars høvdu roknað við, so merkist tað sjálvandi í rakstrinum,” staðfesti Jóhan Jógvansson.
Hinvegin hækkar kiloprísurin í ár við einum fjórðingi, úr 100 upp í 125 krónur.
Dúvugarðar hava fyri tíðina um 710 áseyðir, spjaddir yvir eitt stórt øki. Summa staðni í økinum er ringt at sleppa til, og tað kann bera í sær at ein partur av seyðinum ikki fær eyka fóður um veturin.
“Seyðahald sum hetta hjá okkum er næstan meira jakt enn landbúnaður,” viðmerkti bóndin.
“Men tað sum er mest drepandi fyri hugin at reka landbúnað í Føroyum er okkara politiska skipan,” legði hann afturat. “Har eru tíverri ov mong sum als ikki virða landbúnaðin. So senda tey okkum hoyringsskriv men tá vit svara gevur tað sjáldan yvirhøvur nakað úrslit. Tað er sum um at tey halda seg vera ov fín til at lurta eftir okkum bóndum tíansheldur seta seg inn í tey viðurskifti sum gera seg galdandi í okkara vinnu.”