Einki asbest í tekjuni á Miðstovninum í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna boðar frá, at sambært Teknologisk Institutt í Danmark er einki asbest funnið í tekjuni á Miðstovninum í Havn, Gamla Realskúlanum.

Fyrr í mánaðinum varð illgruni um, at asbest kundi vera í tekjuni. Tí sendi bygningsdeildin hjá Tórshavnar kommunu eina roynd til Danmarkar fyri at fáa staðfest, um tekjan inniheldur asbest.

Svar upp á royndina er nú komið, og einki asbest er funnið. Tó er framvegis ætlanin hjá kommununi at skifta tekjuna í vár.


Fyri tveimum viku síðan var kunningarskriv sent til foreldrini hjá børnunum á stovninum, at tekjan verður skift sambært reglunum um handfaring av asbest, so støv ikki spjaðist í umhvørvinum.

Foreldraráðið boðaði tá frá, at tey ikki vóru stúrin um støðuna. Tó hevði ein familja tikið sítt barn úr stovninum orsakað av andadráttstrupulleikum og ætlaði at lata barnið kannast.