Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2024 til 1. oktober 2025 og hevur við sær eina lønarhækkan á 4,75 prosent, galdandi frá 1. oktober í fjør.
Semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið, varð vrakað fyrrapartin, men semingsmaðurin megnaði tó at fáa báðar partar til eina semju seinnapartin. Einki er tó nevnt í sáttmálanum um undantøk í samband við neyðtilbúgving undir verkfalli.
Ein av broytingunum í nýggja sáttmálanum er, at arbeiðstíð út yvir átta tímar verður samsýnt sum úrtíðarløn, har heilsu- og heimahjálparar fáa 50 prosent eyka í løn.
Haraftrat eru nakrar viðbøtur eisini hækkaðar. Til dømis verða lønir fyri summar- og frítíðarlegur ásett sum fyri vanligan arbeiðsdag, við í minsta lagi átta tímum, og eykaviðbót verður latin samsvarandi kvøldviðbót í upp til 16 tímar um samdøgrið.
Sáttmálin varð undirskrivaður av forfólkunum báðum, Per Martin Gregersen fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Mary Antonsdóttir fyri Heilsuhjálparafelagið.