Elias og Kiel týskir steypavinnarar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyrsti føroyingur, ið vinnur týsku steypakappingina í hondbólti.

Elias skoraði í finaluni trý mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið THW Kiel vann 28-23 á Melsungen í Lanxess Arena í Köln.

Kiel førdi meginpartin av dystinum. Í hálvleikinunum var støðan 10-9. Melsungen kom fram um eina ferð tíðliga í seinna hálvleiki, men so fór Kiel fram um, og sigurin var ongantíð í vanda restina av dystinum.

Hetta er trettanda ferð, at Kiel vinnur týsku steypakappingina. Stóri leikarin hjá Kiel var danin Emil Wernsdorf Madsen, sum skoraði 7 ferðir, meðan málverjin Andreas Wolff bjargaði 16 skotum.

Elias hevur áður vunnið svensku steypakappingina og meistaraheitið við Sävehof. Nú snýr tað seg um at vinna fjórðingsfinalunar í European League móti Limoges úr Fraklandi og kappast um at vinna Bundesliguna.