Tað er í dag kl. 14.30 okkara tíð at seinasta umfar í týsku Bundesliguni verður leikt.
Bayern München hevur verið mest vinnandi lið í týsku liguni og hava vunnið meistaraheitið 10 ferð á rað, men í dag stendur alt uppá spæl í Køln, har Bayern gestar í seinasta dystinum í hesum kappingarárið.
Var tað rætt at koyra Julian Nagelsmann til hús og seta fyrrverandi Chelsea venjaran Tuchel í starv sum venjara?
Tá Bayern vann meistaraheitið í 19/20 vunnu teir alt, sum vinnast kundi við Hansi Flick á odda, men síðani tað hevur tað gingið mest sum niður á bakka, tó at teir vunnu meistaraheitið í 20/21 og 21/22, men í ár hevur ikki hilnast, sum ynskt er í München.
Teir eru úti av Champions League og DFB-Pokal, steypakappingini í Týsklandi.
Kappingarneytin í ár er liðið, sum hølvaði Bayern av í 11/12 kappingini har seinasti dystur endaði 5-1 til Dortmund og var tað nokk festin aftaná meistaraheitið, sum gjørdi at Bayern vildi hevna seg inn á Dortmund og síðani 12/13 kappingarárið hevur tað so verið Bayern München, sum hevur vunnið meistaraheitið.
Í dag er støðan ein heilt onnur, tí Dortmund liggur á 1. plássi og eru 2 stig niður til Bayern, sum skal vinna útidystin móti Køln í dag meðan tað er nokk hjá Dortmund at fáa javnleik móti Mainz, sum einki hevur at spæla fyri, um Bayern ikki vinna í Køln. Bayern tapti seinast móti Køln í Januar 2011.
Verður tað Dortmund í ár, sum hava verið flúgvandi ein stóran part av kappingini ella verður tað Bayern, sum vinnur 11. meistaraheitið á rað?
Uppstillingin hjá Bayern í dag er hendan:
