Stjórnin í kvøld verður nakað øðrvísi enn vanligt, og gomlu menninir eru skiftir út við yngri menn.
Gestir hjá Árna Gregersen í rásarúminum verða Erling Ejdesgaard úr Tjóðveldi og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.
Teir fara at tosa um ríkisrættarligu støðuna, sum hevur tikið seg upp, nú allir flokkar tykast at vilja flyta seg móti einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark.
Stjórnin verður send klokkan 17.00. Lurta eftir FM1 her.