Eystur- og Sandoyartunlar 49,6 milliónir í avlopi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin høvdu 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2024, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023.

Hóast inntøkurnar frá ferðslu vuksu til 198 milliónir krónur, var avlopið lægri orsakað av avskrivingum upp á Sandoyartunnilin, sum lat upp fyri ársskifti 2024.

Ferðsluveðhaldið frá landskassanum minkaði til 12,7 milliónir krónur í 2024. Verkfallið í mai/juni kostaði felagnum umleið 4 milliónir, og veðhaldið seinnu hálvár var bert 3,4 milliónir krónur.

Sambært felagnum kann ferðsluveðhaldið verða heilt burtur í framtíðini, um alt gongur eftir vild.

Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin hava rigga sera væl síðani teir vórðu tiknir í nýtslu. Somu umboð halda fram í nevndini við Bergur Poulsen sum nevndarformanni og Maritu Hentze sum næstforkvinnu. Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.